Tað er ógvuliga gott lag í Víkinga leguni í Letlandi í kvøld, tí Víkingur hevur við 1-1 á útivølli ímóti Daugava Daugavpils tryggjað sær rættin at spæla í 2. umfari í Europa liguni. Víkingur vann 2-1 á heimavølli, og harvið er talan um samantaldan 3-2 sigur.
Tá ið eitt korter var farið av 2. hálvleiki, legði heimaliðið seg framum. So var samantalda støðan 2-2, men tá ið Daugava Daugavpils hevði skorað á útivølli og Víkingur ikki hevði skorað á útivølli, var rætturin at halda fram koppaður heimaliðnum til fyrimunar.
Víkingarnir góvust ikki. Teir vístu framúr hugburð og stríddust fyri europeiska lívinum, sum hekk í klønum tráði. At nógvir av Víkinga spælarunum hava nógvar altjóða royndir sást væl. Heimamenninir brúktu nógva tíð í sambandi við avgreiðslu av deyðbóltsstøðum, men tað órógvaði ikki víkingarnar, sum vóru ógvuliga fokuseraðir.
Aftur í kvøld hevði Sigfríður Clementsen gjørt av, at Andreas Lava Olsen ikki skuldi vera millum teir fyrstu ellivu. Lava maðurin varð í dystinum á Svangaskarði skiftur inn, og tá skoraði hann sigursmálið.
Í kvøld varð Andreas Lava Olsaen skiftur inn, tá ið tað restaðu seytjan minuttir, og aftur í kvøld átti Andreas Lava Olsen avgerandi leiklut. Hann skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu tveir minuttir!
Tølini siga, at Víkingur eisini í kvøld hevði fleiri royndir á málið enn mótstøðuliðið. Víkingur hevði átta royndir innanfyri málkarmin, og heimaliðið hevði fimm royndir. Víkingur hevði sjey royndir, sum fóru við síðuna av málinum, og heimaliðið hevði fimm royndir, sum fóru við síðuna av málinum.
Finnur Justinussen og Atli Gregersen sóu gult. Svenski dómarin vísti fimm ferðir heimamonnunum gula kortið, og tá ið ein av teimum , Solovjovs, sá gult tvær ferðir, varð hann í 90. minutti vístur av vøllinum.
Daugava Daugavpils-Víkingur 1-1 (0-0)
1-0: Žatkins 60.
1-1: Andreas Lava Olsen 88.
Víkingur samantaldur vinnari við málmuninum 3-2
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus (Andreas Lava Olsen, 73.) – Heðin Hansen, Hallur Hansson, Philip Djordjevic (I(ngi Sørensen, 90.) – Finnur Justinussen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Elias Rasmussen, Sámal Jákup Joensen, Hjalti Strømsten, Magnus Gregersen, Gunnar Vatnhamar
Gult kort: Finnur Justinussen, Atli Gregersen
Venjari: Sigfríður S. Clementsen
----
LIÐUGT!
1-1
Víkingur heldur fram í Europa liguni við samantaldum 3-2 sigri!
1-1
Daugava Daugavpils hevur sæð reytt, tá ið Hallur Hansson varð feldur í gjøgnumbroti, og tvey gul kort bóru útvísing við sær.
Heimaliðið hevur havt tveir fínar møguleikar, men tað er framvegis 1-1!
90) 1-1
Nú eru tað víkingarnir, sum geva sær góða tíð, tá ið teir skulu avgreiða deyðbóltsstøður. Philip Djordjevic er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Ingi Sørensen.
89) 1-1: Andreas Lava Olsen 88.
So er javnt í Letlandi. Innskifti Andreas Lava Olsen hevur skorað. At støðan er 1-1 vil siga, at Víkiungur aftur hevur fyrimun!
85) 1-0
Víkingur leggur stórt trýst á, og eftir horna og útfrá aftur hava tvær vandamiklar støður verið!
83) 1-0
Mótstøðuliðið hevur havt trý horna eftir lítlari løtu.
Sigfríður Clementsen vil hava miðverjarnar – Atla Gregersen og Erling Jacobsen at bjóða seg meiri til í álopspartinum.
80) 1-0
Tíðin er so smátt farin at ganga undan hjá Víkingi. Mótstøðumenninir taka sær góða tíð í deyðbóltsstøðum.
75) 1-0
Samantalda støðan sigur, at tað er framvegis mótbrekka hjá Víkingi, men føroyska liðið drívur á, og eftir innlegg úr høgru var um reppið, at teir skoraðu. Bólturin varð blokeraður til horna. Tá spurdist órógv burturúr, og tað endaði við gulum korti til Atla Gregersen og ein mótstøðumann.
Andreas Lava Olsen er komin á vøllin í staðin fyri Hans Jørgen Djurhuus.
70) 1-0
Eftir fríspark, sum varð lagt úr høgru og til handara stólpa, royndi Atli Gregersen seg úr góðari støðu, men bólturin fór dygst framvið málinum.
65) 1-0: Žatkins 60.
So er tað mótbrekka hjá Víkingi. Samantalda støðan er 2-2, men heimaliðíð er omaná, tí tað skoraði eitt mál á útivølli.
55) 0-0
Víkingur hevur havt fyrsta hornasparkið í 2. Hálvleiki, men einki spurdist burturúr, eftir at Philip Djordjevic legði innfyri.
50) 0-0
Fyrstu løtuna eftir steðgin hevur tað verið friðarligt. Heimaliðið hevur havt eina roynd, men bólturin fór framvið málinum hjá Víkingi.
HÁLVLEIKUR
0-0
Teir eru farnir at rinda møðina og leggja ætlanir fyri 2. hálvleik í Letlandi, har Víkingur stríðist fyri møguleikanum at halda fram í europeisku kappingini.
Á Svangaskarði fyri viku síðani vann Víkingur 2-1. Støðan eftir 1. Hálvleik er málleysur javnleikur, og harvið er tað framvegis Víkingur, sum er omaná. Føroyska liðið hevur avgjørt ikki gjørt sær fyri skommum fyrstu trý korterini.
45) 0-0
Volkovs hjá Daugava Daugavpils hevur sæð gult.
Síðtu løtuna hevur heimaliðið havt bestu royndina.
40) 0-0
Eftir fríspark ímóti Finni Justinussen royndi Bárður Hansen seg við skoti ímóti málinum, men málverjin bjargaði.
35) 0-0
Gongdin er tann sama. Málleysi javnleikurin ber við sær, at Víkingur í løtuni hevur atgongumerkini til víðari luttøku í Europa.
Finnur Justinussen hevur sæð gult fyri fríspark.
30) 0-0
Tað er framvegis Víkingur, sum eigur mesta álopsspælið, og tað er stutt millum hornaspørkini hjá teimum ljósabláu.
Sólin skínur av heiðum himni, og tað eru 24 hitastig.
25) 0-0
Nú gongur javnt á í Letlandi, og kanska hevur Víkingur framvegis lítla yvirvág. Eftir fríspark frá Hanusi Jacobsen, endaði tað við horna, sum Bárður Hansen legði innfyri, og so misnýtti Erling Jacobsen úr góðari støðu – bólturin fór framvið málinum, tá ið miðverjin royndi seg við stútara.
20) 0-0
Eftir sera bragdligu Víkinga byrjanina hevur heimaliðið fótað sær meiri, og nú hevur Daugavpils havt tvær skotroyndir. Serliga í seinna førinum var talan um stóran møguleika, sum Geza Turi vardi væl.
15) 0-0
Tað er framvegis Vikingur, sum er greitt omaná. Nú hevur Philip Djordjevic roynt seg úr góðari støðu, men bólturin fór framvið málinum.
10) 0-0
Víkingur hevur fyrstu løtuna verið ágangandi. Tríggjar royndir hava verið ímóti heimamálinum, meðan heimaliðið higartil onga roynd hevur havt ímóti málinum hjá Geza Turi.
Daugavpils-Víkingur klokkan 16.00
Dómari: Andreas Ekberg úr Svøríki
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus – Heðin Hansen, Hallur Hansson, Philip Djordjevic – Finnur Justinussen
Á beinkinum: Elias Rasmussen, Andreas Lava Olsen, Sámal Jákup Joensen, Hjaltur Strømsten, Magnus Jarnskor, Ingi Sørensen, Gunnar Vatnhamar
--------
Mánadagin lætti Víkinga ferðalagið úr Vágum. Eftir steðg í Keypmannahavn varð kósin í gjár sett til Letlands, har Andreas Ekberg úr Svøríki verður dómari, tá ið Daugavpils longu klokkan 16.00 føroyska tíð tekur ímóti Víkingi.
Undan fyrsta bríksli er Víkingur frammanfyri. Finnur Justinussen og Andreas Lava Olsen vóru málskjúttar, tá ið Víkingur vann 2-1 á heimavølli. Útgangsstøðan er góð, men hon kundi havt verið nógv betri, tí víkingarnir høvdu einar 5-8 risa stórar málmøguleikar.
Meðan Víkingur síðani heimadystin hevur fyrireikað seg til avbjóðingina á útivølli, so spældi Daugavpils sunnudagin landskappingardyst. Úrslitið á útivølli ímóti FS Metta/LU var 1-1, og tað var avgerandi fyri Daugavpils ikki at tapa. Tíggju lið eru við í kappingini. Daugavpils er á 8. plássi og omanfyri strikuna við 16 stigum, meðan FS Metta/LU er á níggjunda plássi og undir strikuni við 11 stigum.
Víkinga spælararnir vita, hvat hetta snýr seg um. Síðani felagið varð stovnað í 2008 hevur tað tríggjar ferðir luttikið í europeisku kappingunum. Besta úrslitið var í fjør, tá ið tað eftir 1-1 á heimavølli eydnaðist at vinna 1-0 í Finnlandi ímóti Inter Turku. Hanus Jacobsen skoraði sigursmálið við brotssparki, tá ið tað restaðu tólv minuttir. Tveir minuttir seinni misnýtti Turku brotsspark, tá ið bólturin brast í tvørtræið aftanfyri Geza Turi.
Eftir óvæntaða Víkinga sigurin varð spurnartekin sett við dømingina. UEFA kannaði málið, og tað endaði við, at armenski dómarin og annar linjuverjin fingu lívstíðar leikbann fyri at hava roynt at ávirka úrslitið.
Síðani gekk verri hjá Víkingi ímóti rumenska FC Petrolul Ploiesti, sum vann 4-0 á útivølli 3-0 á heimavølli.
Í 2012 tapti Víkingur samantalt 10-0 ímóti hvítarussiska FC Gomel – 6-0 á heimavølli og 4-0 á útivølli. Í 2010 endaði tað 0-4 á heimavølli og 0-3 á útivølli ímóti turkiska Besiktas.