Viking Sky: Stórt hóp-endurgjaldskrav

Amerikanskt advokatfelag heldur, at skiparin Viking Sky vitandi og við vilja sigldi inn í fráboðaða illveðrið.

 

 

Eitt amerikanskt advokatfelag krevur nú 10 miljónir dollarar - ella umleið 90 miljónir norskar krónur - eftir hendingarnar við ferðamannaskipinum, Viking Sky. Tað var við Hustadvika í Møre og Romsdal í Noregi leygardagin hin 23. mars, at skipið í illveðri fekk eitt sokallað "black-out".

Advokatfelagið, Lipcon, Margulies, Alinsa & Winkleman, heldur, at skiparin á ferðamannaskipinum vitandi og við vilja sigldi inn í illveðrið, sum varð fráboðað um hesar leiðir henda dagin.

Talan er um eitt sonevnt hóp-rættarmál, har nevnda advokatfelag arbeiðir fyri øll ferðafólkini, sum vóru umborð á ferðamannaskipinum. Felagið krevur endurgjald fyri fíggjarligan miss - og fyri tort og sviða, og endurgjaldið skal rindast øllum ferðafólkunum umborð á Viking Sky.

Advokaturin, Michael Winkleman, segði við Fox Business mikudagin, at hevði skiparin á Viking Sky fylgt metingunum, sum sonevnda Hurtigruten gjørdi sær sama dag, kundi verið sloppið undan teimum trupulleikum, ið stóðust.

Orsakað av illveðrinum henda leygardag hevði Hurtigruten avlýst sínar fráferðir fram við Hustadvika, bæði ferðirnar suður eftir og norðureftir. Tilsamans 27 ferðafólk vórðu viðgjørd á sjúkrahúsi eftir minniliga dagin umborð á Viking Sky.