Viking Sky kemur til Føroya í morgin

Ársins mest umrødda ferðamannaskip er á veg til Føroya

Í morgin kemur tað nú heimskenda ferðamannaskipið Viking Sky til Føroya. Klokkan 8 í morgin leggur Viking Sky at í Kollafirði, og tað loysir av kai aftur klokkan 18 sama dag.

Tað eru bara góðir tveir mánaðir síðan, at Viking Sky kom í havsneyð beint út fyri Møre og Romsdal í Noregi. Tað var stormur og upp í ódn í hvirlunum, tá skipið knappliga fekk trupulleikar við motorinum og steðgaði upp.  

Skipið lá fyri vág og vind í aldum, sum vóru upp í 10 metrar hædd. Tað eydnaðist manningini at seta akker í, og hetta var um reppið, tí tað var bert 100 metrar frá at taka í botn. 1373 fólk vóru umborð, og neyðugt var at seta risastórt bjargingarátak í verk - 479 fólk vórðu bjargað við tyrlu.

Bjargingarátakið tók sína tíð í ódnarveðrinum. Dagin eftir eydnaðist tað at seta tríggjar av teimum fýra motorunum í gongd aftur á stóra ferðamannaskipinum, og við góðari hjálp frá sleipibátum kom Viking Sky trygt í land í Molde.

##med2## 

Hetta er ikki einastu ferð, Viking Sky vitjar í Føroyum í summar. Longu 6. juni kemur tað aftur og aftur eina viku seinni - 14. juni. Í august vitjar ferðamannaskipið tvær ferðir.

Viking Sky siglur undir felagnum Viking Ocean Cruises, sum eitt nú hevur tvey onnur identisk systirskip undir sær, sum eisini hava vitjað í Føroyum áður - Viking Star og Viking Sea.

Viking Sky er 228,2 metrar langt og 28,8 metrar breitt. Tað tekur 930 ferðafólk, og manningin telur 550.

##med3##