Norska ferðamannaskipið »Viking Sea« er seinasta skipið, sum vitjar í summar – og tað er eisini nummar 47 í røðini av ferðamannaskipum, sum vitja Havnina í ár.
Skipið er ávegis úr Lerwick í Hetlandi til Reykjavíkar í Íslandi.
Skipið er bygt í 2016 á italsku skipasmiðjuni Fincantieri, og tað er felagið Viking Ocean Cruises, sum eigur skipið.
Skipið er 228,20 metrar langt, 28,80 metrar breitt og stingur 6,30 metrar, og tað er 47.800 bruttoregistartons til støddar.
Fyrsta ferðamannaskipið í ár, Spitsbergen, vitjaði á Havnini 16 mai.