Løgreglan í Niðurlondum hevur tikið ein 27 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri at hava framt kynsligan ágang ímóti nógvum børnum. Maðurin hevur arbeitt sum vikarur í einum barnagarði í Amsterdam síðani 2007, samstundis sum hann hevur arbeitt sum ansað børnum uttan fyri arbeiðstíð.
Niðurlendska løgreglan hevur illgruna um, at maðurin hevur misbrúkt millum 30 og 50 børn, sum vóru yngri enn fýra ár. Bernhard Welten, løgreglustjóri í Amsterdam, sigur, at málið er ikki liðugt kannað, og tí dugir løgreglan ikki at siga við vissu, hvussu mong børn maðurin kann hava misbrúkt.
Tann 27 ára gamli maðurin er eisini skuldsettur fyri at hava breitt út myndir, sum vísa kynsligan ágang ímóti børnum. Hann hevur búð saman við einum øðrum manni, og sambúgvin er eisini tikin og skuldsettur fyri at hava havt myndir av kynsligum ágangi ímóti børnum.