Metstóri eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi hevur havt við sær, at fólk tora betur at bróta upp úr nýggjum og at leita sær aðrar leiðir á arbeiðsmarknaðinum. Hetta flytføri hevur eisini við sær, at kappingin um best skikkaðu starvsfólkini herðist, og noyðast tey, sum seta fólk í starv, at nýta alt meira orku og pening til at lýsa eftir fólki.
Men nú er vikarskrivstova sett á stovn, við júst við tí endamáli at fáa til vega skikkað starvsfólk.
- Vit venda okkum til arbeiðsgevarar og til fólk, sum ynskja nýtt starv, ella sum vilja vera vikarar. So okkara uppgáva er at finna skikkaðar umsøkjarar millum tey, sum eru skrásett hjá okkum, sigur Leona Nilssen, sum saman við Eilin Jørgensen hevur sett nýggju vikarskrivstovuna á stovn.
- Hetta letur eisini upp fyri, at fólk kunnu samanseta sær eitt meira flexibult arbeiðslív, har tey sjálvi gera av nær og hvar tey arbeiða, sigur Eilin Jørgensen.
Talan er um eina undirdeild av donsku fyritøkuni Temp-Team, sum hevur deildir í 16 londum. Hetta ger, at tað eisini ber til at fáa fólk hendan vegin úr útlandinum, og at fáa føroyingum starv uttanlands.
Matcha fólk
Ætlanin er, at umsøkjararnir koma til samrøðu hjá vikarskrivstovuni.
- Soleiðis læra vit ynski teirra at kenna og hava starvsprofilin og cv’ið liggjandi, til onkur arbeiðsgevari leitar eftir fólki við júst teimum førleikunum og ynskjunum, sigar tær báðar. Og tær greiða frá, at tilboðið er bæði til teirra, sum eru í starvi, men sum kundu hugsað sær at skift kós, og til teirra, sum ikki eru í vinnu. Eisini headhunta tær starvsfólk, sum eru í starvi aðrastaðni, men sum hava júst teir røttu førleikarnar til kundan.
Ítøkiliga matcha tær starvsfólk og arbeiðsgevarar soleiðis, at tá fyritøkan hevur greitt frá tørvinum, leita tær nakrar skikkaðar umsøkjarar fram. Um onkur umsøkjari er áhugaverdur, kunnu tey bjóða inn til samrøðu. Soleiðis sleppa arbeiðsgevararnir undan øllum roksinum og kostnaðinum víð at lýsa eftir fólki og at fyrihalda seg til eina rúgvu av umsóknum, sum skulu hava svar.
Í nýggju vikarskrivstovuni, sum eitur TT, verður onki goldið, fyrrenn uppgávan er loyst og fyritøkan hevur fingið rætta starvsfólkið.
Undirbjóða ikki
Aðrastaðni frá kenna vit vikarskrivstovur, sum bjóða vikarar til eitt nú heilsuverkið, men har lønarlagið eisini er væl hægri enn hjá teimum, sum eru í føstum starvi. Tær báðar siga, at tær halda seg til sáttmálarnar á arbeiðsmarknaðinum, og at tær kunnu ikki bjóða arbeiðsgevarunum arbeiðsmegi fyri undirprís. Annars eru lønarviðurskiftini eitt mál millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara, til dømis í mun til leiðarar í privatu vinnuni.
Tær báðar siga, at tær vórðu varugar við, at nógv fólk eftirlýstu eina vikarskrivstova.
Bæði Leona og Eilin eru útbúnar skrivstovukvinnur, og eru eisini ávikavist laborantur og lærari. Vikarskrivstovan heldur til í Niels Finsens gøta 37, í húsunum har MAP arkitektar vóru.