Vikan hevur verið góð hjá B36

1. DEILD: Mikukvøldið var úrtøkan full, og í dag eydnaðist tað at spæla javnt ímóti oddaliðnum Skála

Tað gongur væl hjá Øssuri Hansen, sum er venjari hjá B36 í 1. deild Mynd: B36

Næstbesta liðið hjá B36 er væl mannað, og tað sæst aftur á úrslitunum og stigatalvuni.

 

Mikukvøldið vann B36 4-1 á útivølli ímóti EB/Streymi, og í dag endaði tað 1-1 á heimavølli ímóti oddaliðnum Skála. Eftir 12 umfør er B36 á fjórða plássi við 20 stigum.

 

Mikukvøldið skoraði Carl Mikkelsen tvey mál, og Benjamin Heinesen og Rani Berg í Soylu skoraðu hini málini. Veteranurin Ragnar B. Danielsen javnaði 1-1 fyri EB/Streym. Tað var við brotssparki.

 

Í dag var tað 17 ára gamli Tobias Hansen, sum í 21. minutti legði B36 á odda ímóti Skála. Hetta var annað málið hjá honum í 1. deild í ár.

 

Skála var meiri á bóltinum, og Skála vann átta hornaspørk, meðan B36 vann eitt hornaspark. Veteranurin Ari Ó. Ellingsgaard javnaði til 1-1 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Uppleggið átti Djóni Petersen. Hetta var fjórða málið hjá Ara Ó. Ellingsgaard í ár.

 

Hetta var bara onnur ferðin í ár, at Skála ikki vann fulla úrtøku, og Skála er framvegis topplið við 31 stigum fyri 12 dystir.

 

Um eina viku fer Skála at spæla á útivølli í Klaksvík, og tá fer B36 at vera partur av grannauppgerð ímóti HB.

 

Tað gongur væl hjá Øssuri Hansen, sum er venjari hjá B36 í 1. deild Mynd: B36