Vika sex 2021: Seksualundirvísing á miðnámi

Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Almannamálaráðið/Sig frá! skipa aftur í ár fyri VIKU SEX, har ljós verður varpað á kropp, kenslur, fyribyrging, mørk og kropslig rættindi.

Fyriskipararnir handan Viku Sex hava aftur í ár skipað soleiðis fyri, at fyrsta árs næmingar á yrkis- og miðnámsskúlum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík fáa seksualundirvísing í Viku Sex. Tað er felagið Kyn, sum kemur at standa fyri undirvísingini.

Byrjað verður í dag í Suðuroy, Vestmanna og í Klaksvík og hildið verður fram týsdagin og mikudagin á Glasi og hósdagin fáa næmingarnir á Kambsdali undirvísing. Undanfarin ár hava vit endað við einum almennum tiltaki fyri fakfólk og foreldur. Vegna umstøðurnar við Koronu, er fyrilesturin í ár framleiddur sum ein sending til sjónvarpið. Fyrilesturin eitur: “Keldur til seksualvitan hjá føroyskum ungum” við Marini í Dali, lækna. Hann verður vístur í Kringvarpinum hóskvøldið 11. februar kl. 19.50.

Í ár eru fyriskipararnir við úti á skúlunum, og næmingarnir fáa høvi at tosa við fyriskipararnar og hoyra, hvørjum arbeitt verður við, og næmingarnir fáa høvi at seta spurningar og luttaka í kappingum.

Fyriskipararnir bjóða: 

  • postkort 
  • krabbagággu
  • hít
  • bomm
  • endurskin
  • pennar

Ynskiligt hevði verið, um vit eisini kundu bjóðað næmingum í Fólkaskúlanum undirvísing, men hetta verður tíverri ov umfatandi.

Fyrireikararnir eggja tó lærarum at taka evnið upp í sambandi við vikuna. Til hetta hevur Nám lagt tilfar á www.snar.fo, sum lærarar kunnu nýta í undirvísingini í Viku Sex. 

Endamálið við Viku Sex er at menna seksualundirvísingina, tí holl vitan um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuell evni hava jaliga ávirkan á, hvussu vit trívast.