Viljormur Davidsen var í kvøld avgerandi fyri, at Vejle fekk eitt stig í trupla útidystinum ímóti oddaliðnum úr Viborg. Dysturin endaði við javnleiki 1-1, og tað var Viljormur, sum skeyt málið hjá Vejle.
Tað var í 26. minutti, at Viljormur Davidsen var komin væl fram við eftir at liðfelagi breyt ígjøgnum í vinstru síðu, haðani hann legði bóltin aftur til Viljorm, sum plaseraði bóltin framvið málverjanum og legði Vejle á odda 1-0. Hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.
Seinni hálvleikur var 10 minuttir gamal, tá ið Sebastian Andersen javnaði fyri heimaliðið. 1-1 gjørdist endaliga úrslitið, og við eina stiginum verður Vejle verandi á 9. plássi við 11 stigum, sum er trý stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.