Viggo verður í NSÍ

Verjuspælarin gjørdi í vikuni, sum fór, avtalu um at halda fram í Runavík næsta kappingarár

NSÍ

Viggo Johannesen verður eisini í framtíðini NSÍ spælari. Sambært fjeppara heimasíðuni hjá NSÍ so var avtala undirskrivað hósdagin millum Viggo Johannesen og NSÍ. Avtalan ber við sær, at Viggo Johannesen, sum í vetur flutti úr Fuglafirði og til Runavíkar at spæla, eisini í 2006 fer at umboða NSÍ.
Viggo er uppvaksin í ÍF, og tað tóktist at koma eitt sindur óvæntað í Fuglafirði, tá ið Viggo í vetur fór at venja í Runavík, har hann nú býr. Spurningurin var eisini, um tað fór at eydnast honum at vinna sær sama fasta plássið í miðverjuni, sum hann hevði havt í Fuglafirði. Fyrstu tíðina var Viggo ikki so fastur á liðnum, men seinastu ferðirnar hevur hann verið fastur í miðverjuni. Nú tykjast hann og NSÍ at vera so fegnir um samstarvið, at partarnir hava givið hvørjum øðrum undirskriftina uppá, at tað eisini skal vera galdandi næsta ár.