Viggo Mortesen gevst sum sjónleikari. Nýggi filmurin, ?The Road?, er tann seinasti við kenda dananum á leikaralistanum. Tað avdúkar Viggo Mortensen fyri blaðnum Men?s Journal. - Eg havi ongar ætlanir um nýggjar filmar, og eg veit ikki hvat nú fer at henda, sigur hann.
Tað er nógva arbeiðstrýstið, sum nú fær Viggo Mortensen at gevast. Men hann letur tó hurðina standa á gloppi til, at hann møguliga einaferð verður aftur at síggja á hvíta løriftinum.
- Eg má bara bíða og vita hvussu eg havi tað um eina tið. Men júst nú átaki eg mær ongan leiklut. Tey siga við meg, at fólk fara at gloyma meg, um eg ikki arbeiði. Men eg havi arbeitt ov nógv seinastu tíðina og treingi til at kopla úr, sigur danska Hollywood stjørnan.
Viggo Mortensen gjørdist heimskendur fyri leiklutin sum Aragorn í filmunum um Ringanna Harra. Síðani hevur hann havt óteljandi leiklutir.
Nu ætlar hann sær at nýta meiri tíð til list sína, til dømis yrkingar, málningar og myndatøku.