Í næstu viku kemur fyrrverandi íslendski forsetin, Vigdís Finnbogadóttir, á vitjan til Føroyar, har hon skal luttaka á 50 ára føðingardegnum hjá Fróðskaparsetur Føroyar. Tað upplýsir Setrið á teirra heimasíðu í dag.
Á hátíðarhaldinum fer Vigdís Finnbogadóttir at flyta fram røðu fyri Fróðskaparsetrinum. Tað verður 7. oktober klokkan 15.30 í Aulini á Náttúruvísindadeildini. Røðan verður almenn og aftaná fara Karin Kjølbro, Katrin á Neystabø og Bergur D. Hansen at seta fyrrverandi forsetanum spurningar.
Nógv ymiskt er á skránni hjá Vigdís Finnbogadóttir, meðan hon er í Føroyum.
Fróðskaparsetrið skrivar, at mikumorgunin vitjar Vigdís Finnbogadóttir Føroyamálsdeildina og Málráðið og síðan gongur leiðin niðan í Norðurlandahúsið, har hon m.a. verður kunnað um SALT verkætlanina, sum hon er verji fyri og hevur samrøður við umboð fyri fjølmiðlar. Hósdagin vitjar fyrrverandi forsetin Løgtingið fyri at kunna um altjóða granskingarstovnin í tungumálum og takka fyri stuðulin, ið Føroya Løgting í 2010 lat stovninum.
Hósdag seinnapart verður vitjað hjá Zachariasi Heinesen og síðan gongur leiðin til Kirkjubøar, millum annað at vitja Trónd Patursson.