Tað eru tey bæði listafólkini Vigdis Sigmundsdóttir og Magni Dalsgaard, sum sína fram. Vigdis er kend fyri sínar klippmyndir, hon hevur sýnt fram í Føroyum, Danmark, Íslandi og í Noregi. Mest kendar eru myndirnar, úr kvæðinum um Ormin Langa, hesar eru prentaðar sum frímerki. Klippmyndirnar á hesu framsýningini eru landslagsmyndir úr Føroyum.
Magni hevur akvarelmálningar úr føroyum, tað eru landsløg og bygningar, ið eru myndaevni. Hann hevur sýnt fram í Føroyum og Danmark. Eisini hava tey fyrr sýnt fram saman.
Vigdis er dóttir navnframa listamannin Sigmund Petersen. Magni er uppvaksin í grannalagnum hjá Sigmundi og hevur fingið stóran íblástur haðani. Viðmerkjast skal at Magni og Vigdis eru sytskynarbørn.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 29. juni kl. 16. Leygardagin kl. 14 verður fernisering. Opið er annars frá kl. 14 til 18 í døgunum til og við týsdagin 3. juli 2007.