Vígdis Syderbø flutti fyri 6 árum síðani til USA, og hetta er 6 árið á rað, at hon ikki heldur jól í Føroyum.
Fyri 6 árum síðani fór Vígdis Syderbø úr Klaksvík til Chicago at royna seg sum au-pair, og endin varð at hon dámdi so væl, at hon nú býr, saman við amerikanska sjeikinum, í Washington DC, har hon er farin undir lestnað.
- Í ár fara eg og sjeikurin til Newport News, Virgina, sum er einar 4 timar vekk fra Washington, DC har eg búgvi. Har fara vit at halda jól saman við familjuni hjá honum, sigur Vígdis.
Orsøkin til at Vígdis ikki kemur heim um jólini er, at hon ikki hevur serliga langar jólaferiur, og túrurin til Føroyar er heldur langur.
- Tað loysir seg næstan ikki at ferðast allan vegin til Føroyar og flogferðaselarnir eru nu heldur ikki teir bíligastu, sigur Vígdis, og leggur afturat, at prísurin tó ikki er einasta orsøkin, tí tað spælir eisini inn at henni dámar ikki serliga væl at flúgva.
Hóast Vígdis hevur valt ikki at koma heim á jólum, so saknar hon nógv við teimum føroysku jólunum, ið hon er uppvaksin við.
- Eg sakni tey friðaligu, avslappandi og hugnaligu jólini, við eitt sindur av kava og jólapynti, familjutraditiónirnar og so væl at merkja at hugna mær við familjuni og vinunum har heima. Men burtursæð frá tí, so er tað tann góði jóladøgurðin við dunnu, brúnkaðum eplum, waldorfsalat og alt annað gott. Eisini, so er einki sum at fáa rís a la mande og at kappast um at fáa mandluna, sjálvt um eg ongantíð havi verið so heppin at finna mandluna í mínum greyti, sigur Vígdis, og leggur afturat at hon ordiliga fór at munga eftir øllum matinum, meðan hon greiddi frá.
Vígdis sigur, at hóast orsøkin til at vit halda jól er tann sama, óansæð hvar ein er staddur í verðini, so er tað heilt øðrvísi at halda jól uttanlanda. Í USA er tað ein vanligur gerandisdagurin bæði 24 og 26 desember, so tað kann als ikki samanberast við jólini heima í Føroyum.
- Tað er bara tíðliga um morgunin 25 desembur sum ein er spentur uppá her, um eg kann siga tað soleiðis, sigur Vígdis, ið má ásanna, at einki er sum eini føroysk jól.










