Vigdís ætlaði sær frá

Fyrrverandi íslendski forsetin Vigdís Finnbogadóttir ætlaði at leggja frá sær í 1992. Tað stendur at lesa í einari nýggjari bók um hana. Talan er um eina ævisøgu, sum kemur út í hesi vikuni. Í bókini stendur, at Vígdís Finnbogadóttir iðrar seg um, at hon kortini varð sitandi í embætinum.

Páll Valsson, sum hevur skrivað ævisøgu hennara, sigur við Morgunblaðið, at hon var undir stórum trýsti frá fólki, sum vildu hava hana at halda fram sum forseti, og at hon slakaði, hóast tað var ímóti hennara egna vilja.

Páll Valsson sigur, at tað seinasta forsetaskeiðið hjá Vígdís Finnborgadóttir var strævið.