Vigdís sigur ja

Fyrrverandi íslendski forsetin Vigdís Finnbogadóttir hevur verið á fólkaatkvøðu um ta nýggju Icesave-semjuna, og hon hevur atkvøtt ja. Tað hevur hon kunngjørt í einum tíðindaskrivi. Í skrivinum stendur, at hon hevur atkvøtt ja út frá tí gamla setninginum, at ósemjur skulu loysast við samráðingum, og at tílík mannagongd skapar álit millum tjóðir.

Fyrrverandi forsetin mælir fólki til at venda sær frá sundurlyndi og ósemjum og sigur, at tey eiga heldur at standa saman um at tryggja landsi og fólki eina góða framtíð.

Men tað eru ikki allir íslendingar, sum eru so fegnir um tíðindaskrivi hjá fyrrverandi forsetanum. Á Facebook og aðrastaðni er stór misnøgd við, at Vigdís Finnbogadóttir yvirhøvur almannakunnger sína støðu í einum tílíkum máli. Onkur er so illur, at hann umhugsar at brenna eina mynd av sær saman við fyrrverandi forsetanum.