Nú er nýggi kirkjugarðurin í Kaldbak liðugur og klárur at taka í nýtslu. Tórshavnar kommuna skrivar á heimasiðu sínari, at Theodor Eli D. Olsen, prestur, fer at víga kirkjugarðin leygardagin kl.11.
Nýggi garðurin er staðsettur á miðjari leið í vakra bønum millum Kaldbaks kirkju og samkomuhúsið Nazareth. Hann er gjørdur eftir gomlum siði, laðaður úr hagagróti og ringskapaður. Garðurin er 1075 fermetrar, og pláss er fyri 88 gravum.
Eftir vígsluna fer Heðin Mortensen, borgarstjóri, at sigur nøkur orð.
Síðani syngur Kristiliga sangkórið nakrar sangir í kirkjuni. Hanus Joensen stjórnar kórinum. At enda bjóðar kommunan kaffi og kaku í skúlanum.
Nýggi kirkjugarðurin hevur kostað slakar 3 milliónir krónur at gera, skrivar kommunan á heimasíðuni.