Æviga lívið

»Eg eri uppreisnin og lívið, tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum?« Jóhs. 11,25-27.
Alla halgannar dag 1. november, verða vit á ein serligan hátt mint á tey mongu sum undan okkum eru farin í trúnni á Jesus sum frelsara sín; hetta eru tey, sum á ein ella annan hátt hoyrdu Guds kall, og sum valdu at liva lívið saman við Jesusi her á fold, og sum nú eru heima saman við honum og saman við øllum teimum frelstu.
Vit eru mong, sum eiga onkran í tí frelsta skaranum heima í Himli; tað er júst hetta sum vit Alla halgannar dag á ein serligan hátt verða mint á. Hesi orðini ið Jesus sigur við Marthu tá ið bróður hennara Lázarus var deyður: Eg eri uppreisnin og lívið, hetta eru orð sum vit kunnu líta á, tí tey eru søgd av Jesu egna munni, við eina kvinnu sum saman við hinari systrini Mariu sótu eftir við sorgini og sakninum.
Tað er gott og lívgevandi at hoyra slík orð, sum vóru søgd í slíkari vónleysari støðu ið hesar systrarnar vóru í, tá deyðin hevði gjørt innrás í heim teirra, alt bleiv endavent í tilveru teirra, og vónloysi og mistreysti fekk loyvið at húsast í hjørtum teirra; tað er bara Jesus sum kann venda hesari vónleysu støðu, soleiðis at tað kann birtast ein vón aftur í tilveru okkara.
Jesus hevði samkenslu við hesum báðum systrunum Marthu og Mariu, nú bróðurin Lázarus var deyður; tað stendur tildømis í ørindi 25 at Jesus feldi tár. Tað vil siga, at Jesus hevði samkenslu við hesum báðum systrunum í sorgini. Tað er gott at vita, at tað er ein, sum hevur samkenslu við okkum, tá ið sorgin leikar á.
Tit, sum í dag sita við sorg og sakni í hjørtum tykkara, skulu vita at Jesus Kristus er tann sami, í gjár, í dag og til ævigar tíðir. Hebr. 13,8. Lat hetta verða troyst og styrki tykkara í hesi tungu tíð, sum liggur fyri framman; friður verið við minninum um tey sum farin eru, Guds friður verið við okkum øllum. Eg vil hervið enda við einum Alla halgannar sálmi, sum eg havi yrkt til hetta høvi.

Alla halganna sálmur
Lag: ongum er so trygt at fara. DK. 198 Hj. 162

Einferð í Himli høga,
frelsti skarin man seg frøða;
Jesus frelsti tey frá deyða,
tá hann lat sítt blóð tað reyða.

Golgata er hvíldarstaður,
har hin frelsti sælur, glaður;
nú kann hvíla við Guds hjarta,
náðarsólin skínur bjarta.

Syndabyrðan tung man vera,
Jesus vildi krossin bera;
loysa oss frá deyðans vanda,
Himmalin man opin standa.

Í Guds ríki frelsti skarin,
Sum av foldum eru farin;
har tey syngja songin bjarta,
trúarsong av heilum hjarta.

Kjartan Stakksund