VÍF vitjar oddaliðið

VÍF skal rætta eina heldur misjavna byrjan, tá teir í dag vitja hjá Neistanum

 

Neistin hevur tikið flest øll á bóli fyrstu dystirnar í ár. Undan kappingarbyrjan varð sagt, at setningurin framvegis er at menna ungu spælararnar í hópinum, men eftir tríggjar dystir er Neistin einsamalt oddalið í bestu mansdeildini.

 

VÍF varð hinvegin roknað millum FM-biðlarnar, men við tveimum stigum fyri tríggjar dystir er støðan ikki tann, sum tey í Vestmanna høvdu vónað. Hinvegin hava tapini verið móti Kyndli og KÍF, sum eisini verða roknað millum gullbiðlarnar, og tí eru tapini ikki nøkur vanlukka. Hinvegin er hetta dysturin, har vestmenningar skulu prógva, at teir eiga at takast í álvara, og so verður spennandi at vita, um hetta eydnast, ella um Neistin framvegis skal halda fast um einsamalla oddasessin.