VÍF verður ikki við í kvinnukappingini

Tá ið tær í Vestmanna eru ov fáar at manna liðið, fara tær, sum eru eftir, at spæla við EB, sum ikki hevur verið í bestu deildini í 29 ár, og sum fer at hava heimavøll bæði á Eiði og í Vestmanna

VÍF verður ikki partur av bestu deildini hjá kvinnum kappingarárið í hondbólti, sum tað nú verður fyrireikað til. Á facebookuppslagi í kvøld sæst, at tær eru ikki nóg nógvar at manna liðið í Vestmanna, og tí fara tær, sum eru eftir av kvinnuligu spælarunum í Vestmanna, at spæla við EB. Eiðis Bóltfelag plagdi at vera partur av hondbóltinum, men kvinnuliðið hevur ikki verið við í fremstu røð í 29 ár. Nú bjóða tær á Eiði seg fram at taka lut, og tær samstarva við kvinnurnar úr Vestmanna. Heimavøllurin hjá samanlagda liðnum, sum eitur EB, verður bæði í ítróttarhøllini á Eiði og í ítróttarhøllini í Vestmanna.

 

VÍF greiðir soleiðis frá:

 

Komandi kappingarár fer kvinnuliðið hjá EB at hava leikarar úr níggju ymsum bygdum í Norðurstreymoy; Eiði, Ljósá, Tjørnuvík, Oyri, Oyrabakka, Norðskála, Streymnesi, Hvalvík og nú eisini úr Vestmanna.

 

Kvinnuliðið hjá EB, sum á fyrsta sinni í 29 ár skal royna seg aftur í bestu kvinnudeildini, fer at samstarva við VÍF.

 

– Í mong ár hava vit miðvíst arbeitt fram ímóti at hava eitt lið aftur í bestu deildini. Vit hava nógvar dugnaligar ungar leikarar, sum nú á fyrsta sinni skulu royna seg móti teimum bestu. Vit hava kortini brúk fyri royndum spælarum fyri at fáa eina smidligari byrjan, og vit hava tí valt at samstarva við VÍF hetta fyrsta árið, sigur Sunnuvá Vesturdal, forkvinna í EB.

 

Vestmannakvinnur hava mist nógvar leikarar í ár og fáa tí ikki mannað lið. Orsøkirnar eru serliga, at spælarar eru í barnsburði ella farnir uttanlands at lesa. Fyri at fáa bjóðað góðar venjingar saman við nógvum spælarum, var tað neyðugt at finna eina loysn, fyri framhaldandi at hava eitt lið í bestu kvinnudeildini, samstundis sum tær, ið eftir eru, kundu halda fram á sama liði.

 

Leikararnir venja longu saman, 17 leikarar úr EB og sjey úr VÍF. Íslendingurin, Kristinn Guðmundsson, skal standa á odda fyri samansetta liðnum. Hann hevur drúgvar royndir í bestu íslensku deildini og hevur vunnið fleiri meistaraheiti.

 

Royndi VÍF-leikarin, Agnas Olsen, gleðir seg til nýggja og heldur øðrvísi kappingarárið, har tað verður skift ímillum at venja og spæla dystir í heimstaðnum hjá báðum feløgum.

 

– Vit eru nógvar til hvørja venjing, og allar vilja hondbóltin, so eg eri fegin um, at vit kunnu hjálpa hvørjum øðrum í ár. Venjarin er eisini sera spennandi og dugnaligur, venjingarnar eru góðar, so eg gleði meg til nýggja kappingarárið, sigur Agnas Olsen.

 

Kvinnuliðið í bestu deildini fer at eita EB og spælt verður í hvíta EB-litinum, undantikið, tá ið dystir eru móti StÍF, tá spælt verður í gulum. Samstarvað verður eisini um eitt lið í 1. deild, og tað fer eftir ætlan at eita VÍF.