VÍF vann trygt

Vestmannakvinnurnar høvdu ongar trupulleikar av Stjørnuni í kvøld

Ein dystur varð spældur í bestu kvinnudeildini í kvøld, tá VÍF vitjaði hjá Stjørnuni.

 

Her gjørdist talan um sannførandi sigur til gestirnar, sum tíðliga løgdu seg á odda, og sum hildu fast um og útbygdu leiðsluna allan dystin.

 

VÍF er a triða plássinum í landskappingini, og tað er bara í teori'ini, at tær kunnu fáa Kyndil aftur í royndunum at røkka FM-finaluni.

 

Stjørnan-VÍF 23-37 (10-18)