VÍF vann tepran sigur á H71

VÍF hevur í kvøld vunnið 27-26 á H71, eftir at tað var javnt í hálvleikinum

VÍF hevur nú saman við Neistanum og KÍF seks stig í oddinum í føroyskum manshondbólti. VÍF var í kvøld á vitjan í høllini í Hoyvík. Her eydnaist VÍF at vinna 27-26. Støðan í hálvleikinum var 12-12.

 

Toppskjútti hjá VÍF var Áki Egilsnes við sjey málum, meðan Bogdan Florea somuleiðis skoraði sjey mál fyri H71.

 

H71-VÍF 26-27 (12-12)

H71: Bogdan Florea 7, Bogi G. Davidsen 5, Rúni Højgaard 4, Sigmundur Nolsø 3, Tróndur Arge 3, Hallur Biskopstø 2, Brigir Poulsen 1, Sigmundur Dahl 1

 

Kyndil: Áki Egilsnes 7, Filip Jojic 4, Sámal Joensen 3, Julian Olsen 3, Agnar Joensen 3, Andrias Eriksen 3, Hanus Christophersen 2, Sjúrður Nielsen 1