Talan var um umdystin, tí VB kærdi eftir upprunaliga dystin, sum VÍF vann trygt.
Og VÍF vann altso eins trygt, nú nýggi dysturin varð spældur. Heimaliðið trumlaði avstað frá fyrsta bríksli, og vann sær skjótt eina hampuliga leiðslu. Fyrstu ferð eydnaðist VB at eta tað mesta av leiðsluni aftur, men so settu vertirnir aftur ferð á, og eftir hetta var eingin ivi.
Besti málskjútti hjá VÍF var Liljan Djurhuus, sum skeyt 10 mál. Gintare Butkeviciute skeyt 7 mál fyri VB.
VÍF-VB 33-22 (14-10)