Hondbóltshýrurin í Vestmanna er av tí besta í kvøld.
Fyrst vunnu kvinnurnar á Kyndli, og í mansklassikaranum eydnaðist teimum gulu at vinna sannførandi sigur. Og í nógvar mátar var dystargongdin tann sama, sum hon var tað hjá kvinnunum.
Myndatema frá dystinum sæst HER
Fyrra hálvleik var nevnliga millum lítið og einki, sum skilti partarnar, men beint eftir steðgin leyp VÍF avstað. Upp á fáar minuttir høvdu teir gulu vunnið sær eina fimm-mála stóra leiðslu, og hetta var meira, enn Kyndil megnaði at svara aftur við.
Endaliga úrslitið gjørdist, at VÍF vann 27-21, og við hesum leyp VÍF framum Kyndil á stigatalvuni. Har er Neistin á odda við 7 stigum fyri 5 dystir. VÍF hevur 6 stig fyri sínar 4 dystir, meðan Kyndil hevur 5 stig fyri 5 dystir.









