VÍF vann á Skála

Við Mariannu á odda vann VÍF í kvøld á StÍF í Hvonn-deildini

Kvinnurnar hjá VÍF hava í kvøld vunnið 27-20 á StÍF í bestu deildini hjá kvinnum í hondbólti. Við sigrinum er nú at kalla púra javnt millum tey trý toppliðini, VÍF, Kyndil og Neistin.

 

VÍF legði seg tíðliga á odda í dystinum. Eitt skifti í fyrra hálvleiki var VÍF á odda 8-3. Hálvleiksstøðan var 13-8 til gestirnar úr Vestmanna.

 

Tað kom ongantíð spenningur í dystin aftur, og VÍF vann trygt 27-20. Marianna H. Jacobsen úr VÍF gjørdist toppskjútti við sjey málum. Fyri StÍF skoraðu Rebekka Justinussen og Paula Høgnesen fýra mál í part.

 

Neistin, sum tapti um vikuskiftið fyri StÍF, liggur framvegis á fyrsta plássi, meðan Kyndil og VÍF eru eitt stig eftir.

 

StÍF – VÍF 20-27 (8-13)

StÍF: Rebekka Justinussen 4, Paula Høgnesen 4, Birna Tummasardóttir 3, Sunfríð B. Johansen 3, E. Ingibjørg S. Kass 2, Guðrið Poulsen 2, Ansy Sevdal 1

 

VÍF: Marianna H. Jacobsen 7, Agnas Olsen 5, Beinta Sveinbjørnsdóttir 5, Ronja Johannesen 4, Kathe D. Frederiksen 4, Annika Poulsen 1, Daniella Joensen 1

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin92101664415
2Kyndil92071654214
3VÍF92342043012
4StÍF9184210-266
5Stjørnan8158208-505
6VB10206246-402