VÍF vann á Skála

Kvinnurnar hjá VÍF fingu bæði stigini við sær, tá tær vitjaðu á Skála

 

VÍF hevur framvegis beina kós móti FM-finaluni.

 

Í dag vitjaðu gulu kvinnurnar á Skála, har talan gjørdist um hampuliga tryggan sigur.

 

VÍF legði betur fyri, og tær togaðu seg skjótt nøkur mál framum. StÍF royndi at svara aftur, men heilt spennandi gjørdist tað ongantíð, og tí høvdu gestirnir ongan tíð fyri neyðini veruliga at spíla seg út.

 

Bestu málskjúttin hjá VÍF vóru Liljan Djurhuus og Durita Christophersen, sum skutu níggju mál í part. Rebekka Justinussen skeyt átta av málunum hjá StÍF.

 

StÍF-VÍF 26-32 (11-15)