Størsti dysturin av teimum, ið eru spældir í kvøld, var tann í Vestmanna, har nummar tvey í deildini, VÍF, tók ímóti oddaliðnum, H71.
Talan var um tættan dyst, men tað vóru vestmenningar, ið høvdu munin. Eftir hálvleiksstøðuna 10-8 endaði dysturin 19-17 til VÍF. At tað komu so fá sum 36 mál í einum oddadysti í FTZ-deildini kann tó tykjast heldur óvanligt og óvæntað.
Sigurin broytir tó ikki upp á oddastøðuna í deildini, tí at H71 er framvegis á einum tryggum fyrsta plássi, meðan VÍF er á øðrum plássi.
Eftir fyrstu 12 umførini høvdu hoyvíkingar vunnið hvønn einasta dyst, men nú er stígur av álvara komin í. Eftir tapið í dag hevur H71 ikki vunnið í teimum seinastu trimum dystunum.
Á Skála var eisini dystur í FTZ-deildini. StÍF og Kyndil vóru liðini, ið hittust. Dysturin endaði við sigri til Kyndil, ið vann 32-27. Hálvleiksstøðan var 15-12 til Kyndil.
Málskjúttar frá dystinum í Vestmanna sæst niðanfyri. Vit vóna at kunna útvega málskjúttar frá dystinum á Skála seinni í kvøld. Stigatalvan í deildini sæst eisini niðanfyri:
VÍF-H71 19-17 (10-8)
VÍF: Filip Jojic 10, Áki Egilsnes 3, Hanus Christophersen 3, Niklas Selvig 2 og Julian Olsen 1.
H71: Peter Krogh 6, Hilmar Leon Jacobsen 3, Oddur Bech 2, Helgi Hoydal 2, Rúni V. Højgaard 1, Pætur Thomsen 1, Hans Kári Hansen 1 og Tróndur Arge 1.
1. H71 25 stig
2. VÍF 20 stig
3. KÍF 17 stig
4. Kyndil 17 stig
5. StÍF 13 stig
6. Neistin 10 stig
7. Team Klaksvík 0 stig.
H71, VÍF, Kyndil og StÍF hava spælt 15 dystir, meðan KÍF, Neistin og Team Klaksvík hava spælt 14 dystir.