VÍF upp á tindin

Vestmenningar vunnu heimadystin móti H71, og eru nú á odda í Atlantic Airways-deildini

 

 

Vestmenningar hava alt árið verið roknaðir millum heilt seriøsu FM-biðlarnar, og teir hava alla tíðnia verið partur av tætta oddastríðnum. Tað hava teir í H71 eisini verið, og tí stóð nógv upp á spæl í Vestmanna í dag.

 

Tað var VÍF, sum var á odda størsta partin av tíðini. Eitt og tvey mál vóru millum partarnar, og nervin var alla tíðina til staðar. Tíggju minuttir fyri leiklok eydnaðist tó H71 at koma framum, men so stegðaðu teir púrasta upp, so Vestmenningar kundu vinna sær avgerandi fyrimunin í dystinum.

 

Agnar Joensen skeyt átta mál fyri VÍF. Rúni Højggard og Bogdan Florea skutu seks mál hvør fyri H71.

 

VÍF-H71 29-27 (15-14)