VÍF tók oddasessin

KÍF stríddist manniliga, men teir gjørdust akkurát ov stuttir móti VÍF, sum við sigrinum vissaði sær oddasessin í bólkinum

Menninir hjá VÍF vinnu triða av trimum møguligum dystum í bólkaspælinum í steypakappingini, og hava soleiðis tryggjað sær oddasessin í bólki 1 í steypakappingini hjá monnum.

 

Men tað var ikki uttan bit og slit, at sigurin móti grannunum úr Kollafirði varð tryggjaður. Undan steðginum var tað nevnliga KÍF, sum hevði munin, og teir fóru til hálvleiks við trý mála stórari leiðslu.

 

Hetta broyttist tó eftir steðgin. VÍF brúkti ikki nógvar minuttir um at vinna seg framum, og tá teir høvdu vunnið seg fýra mál framum, bendi alt á tryggan heimasigur.

 

Seinastu løtuna kom tó veruligur spenningur í aftur. Kollfirðingar fingu minkað munin niður í eitt mál, men hetta var ikki nóg mikið, og so fór VÍF avstað við sigrinum.

 

VÍF-KÍF 23-22 (8-11)