European Cup: VÍF tapti við einum máli - og samanlagt við trimum málum

VÍF fall við æru aftaná tvey sera tepur tap fyri SSV Brixen úr Italia

Evropeiska ævintýrið hjá VÍF er liðugt, men tað manglaði ikki nógv í, at VÍF vann seg í áttandapartsfinalurnar í European Cup.

 

VÍF tapti sera tepurt 37-38 fyri italska, SSV Brixen í dag. Ígjár tapti VÍF 35-37 fyri Brixen. Sostatt vann italska liðið samanlagt 75-72 á VÍF.

 

VÍF var á odda 19-17 í steðginum, og var eisini á odda 33-31 tá 10 minuttir vóru eftir, men seinastu minuttirnar koppaði dysturin til Brixen.

 

Men eitt framúr gott offensivt avrik hjá VÍF við 72 málum. Ikki minst hjá Filip Jojic, ið skoraði 27 mál í hesum báðum dystunum.

 

Bert harmiligt, at tað í verjupartinum ikki var nøkur mál betri hjá VÍF. 

 

VÍF-SSV Brixen 37-38 (19-17) - seinni dystir 3. umfar í European Cup. Brixen vinnur ein samlaðan 75-72 sigur. 

 

VÍF: Filip Jojic 10, Tróndur Johnsson 9, Hallur Arason 5, Sjúrður Olsen 3, Johannes Bjørgvin 3, Jón Müller 2, Magnus Müller 2, Andrias Eriksen 1, Kristian Jensen 1, Óla Jákup Gaard Hansen 1. 

 

Mladen Mjerimacka hevði sambært hagtølunum eitt bjargingarprosent upp á 25 prosent. 

 

SSV Brixen-VÍF 37-35 (17-18) - fyrri dystur 3. umfar í European Cup 

 

VÍF: Filip Jojic 17, Tróndur Johnsson 4, Hallur Arason 4, Magnus Müller 3, Jón Müller 2, Sjúrður Olsen 2, Kristian Jensen 1, Andrias Eriksen 1, Johannes Bjørgvin 1. 

 

Mladen Mjerimacka bjargaði sambært hagtølunum 24,44 prosent av skotroyndunum hjá SSV Brixen.