Í Vestmanna var dystur í FTZ-deildini ímillum VÍF og StÍF. Hesi lið vóru ávíkavist á øðrum og fimta plássi í deildini undan dystinum, og liðini eru framvegis á sama plássi á stigatalvuni eftir dagsins dyst í høllini í Vestmanna.
Talan gjørdist um ein sera málríkan dyst, har heili 69 mál blivu skorað. VÍF átti 38 av hesum, meðan StÍF átti 31, og tískil gjørdist endaliga úrslitið 38-31 til heimaliðið, VÍF. Í síni heild var dysturin eiheldur serliga spennandi, tí at í hálvleikinum var støðan 21-15 til VÍF.
Úrslitið merkir, at VÍF hevur 26 stig og framvegis er næst fremst í FTZ-deildini. Fimm stig eru upp til oddaliðið, H71, ið hevur 31 stig. StÍF hevur 18 stig á fimta plássi.
Málskjúttarnir í Vestmanna vóru hesir:
VÍF: Filip Jojic 12, Áki Egilsnes 8, Andrias Eriksen 5, Nicklas Selvig 3, Agnar Joensen 3, Julian Olsen 3, Hanus Christophersen 2 og Heini Hanusarson 2.
StÍF: Allan Norðberg 8, Sveinur Justinussen 6, Danny Brandt 5, Pætur Johansen 4, Fríði R. Djurhuus 3, Marius Joensen 2, Rani Funn 2 og Kjartan Johansen 1.