Undan dystinum varð annars roknað við, at VÍF skuldi fáa ein hampuliga lættan dyst, men gestirnir vildu tað øðrvísi.
StÍF byrjaði kanska heldur trilvandi, men spakuliga fingu tær spælt seg upp, og í steðginum vóru tær framman fyri við einum máli.
Eftir steðgin hildu gestirnir á við at trýsta, og eitt skifti vóru tær á odda við fýra málum. VÍF gjørdi tó ein ordans vørr móti endanum. Hóast tær brendu tvey brotskøst í avgerandi løtum, so megnaðu tær við bit og slit at toga sigurin heim, soleiðis at tær kundu økja um fjarstøðuna niður til Neistan á triða plássinum.
Besti málskjútit hjá VÍF í dag var Durita Christophersen, sum skeyt seks mál. Rebekka Justinussen skeyt átta mál fyri StÍF.
VÍF-StÍF 26-25 (14-15)