VÍF noktar at kæra

Hóast venjarin í gjár legði protest inn, so slær formaðurin í VÍF fast, at frá teimum kemur eingin kæra. Hinvegin ilskast hann inn á HSF, sum hevur sett bæði VÍF og VB í keðiliga støðu

Eftir seinasta bríkslið í hondbóltsdystinum millum kvinnurnar hjá VB og VÍF í gjár legði venjarin hjá VÍF, Henrik Gerster, protest inn um seinasta málið í dystinum. Hetta tí hann vildi vera við, at tíðin var farin, tá VB skoraði sigursmálið.

 

Men í dag slær formaðurin hjá VÍF fast, at frá teimum kemur eingin kæra.

 

- Eg síggi, at ein protest er løgd inn eftir dystin í gjár, men tað verður so ikki nevndin í VÍF, sum fer at senda nakra kæru inn um hatta, sigur Áki Olsen.

 

Hinvegin ilskast VÍF-formaðurin um, tað varð neyðugt at avgreiða dystin mitt í viku.

 

- Eg kann bara staðfesta, at HSF við hesum beinleiðis hevur ávirkað kappingina hjá kvinnum skeiva vegin. Tað er eina og aleina teirra feilur, at eingin dómari kom til fyrra dystin, og so gjørdist neyðugt hjá okkum at spæla mikukvøld. Tað máttu vit so bara góðtaka undir givnu umstøðunum, og vit avráddu saman við VB, at hetta bara mátti avgreiðast. Kvinnukappingin hevur verið ávirkað nóg nógv av øllum møguligum keðiligum rumbli, so vit syrgdu bara fyri, at allar barnagentur vóru í lagi, áðrenn leiðin nú gekk til Vágs, heldur Áki heldur speiskliga fyri.

 

- Men hetta hevur sjálvandi darvað okkum, og tað eigur HSF einsamalt ábyrgdina fyri. Hallur Danielsen á umsitingini hjá HSF skal tó hava rós fyri, at hann tók ábyrgdina fyri mistakið á seg, men tað hjálpir okkum ikki serliga nógv, sigur Áki Olsen.