Tað stóð nógv á seinastu løtuna í Vági í dag. Talan var alla tíðina um sera javnan dyst millum kvinnurnar hjá VB og VÍF, og bara fá sekund undan seinasta bríkslinum stóð á jøvnum 23-23.
Við at gera skjótt av, tá tær fingu fríkast, eydnaðist tó Guðrið Mortensen at skjóta sigursmálið fyri VB, men hetta fall ikki í góða jørð hjá Henrik Gerster, sum er venjari hjá VÍF.
Á dómaraseðlinum stendur, at VÍF hevur letur protest inn, og Uni Wardum, sum var annar av dómarunum í kvøld, váttar, at hettaer grundað á seinasta málið.
Tað er tó lítið sannlíkt, at protestin broytir nakað. Sambært reglunum hjá HSF og ÍSF, so hava hvørki Kappingar- ella Aganevnd ella Ítróttadómstólur heimild til at broyta dómarans meting í dyst.