VíF kært umróðurin á ólavsøku

– Kappróðrarárið 2013 fer helst at standa fast í minninum á flestum róðraráhugaðum, sum eitt tað mest buldruta og rokaliga árið nakrantíð. Nógvar fadesur hava verið, ið hava skapt mikið kjak og hava lagt eitt keðiligt dæmi á stevnurnar.

 

Soleiðis skrivar Finnur Johannesen, formaður í kappróðardeildini hjá VÍF á heimasíðuni hjá VÍF. Hann sigur, at tann størsta katastrofan hendi á ólavsøku, tá Havfrúgvin og Ørnin við kvinnum skuldu rógva umróður, umframt ein fulkomuliga óneyðugur atburður frá dómara- og útvarpsbátum, sum østu vágna so nógv, at tað minti ikki sørt um ein hampuliga ringan vetrardag á sjónum.

 

– Vit eru av tí áskoðan, at kolldømingin av Havfrúnni í umróðrinum er ein skeiv avgerð, ið er í stríð við kappingarreglurnar, og tí hava vit kært til RSF. Manningin á Havfrúnni metti seg ikki at hava tjóvstartað og tvíheldur um, at onkur misskiljing má hava verið millum dómararnar, skrivar hann og heldur fram:

 

– Manningin greiddi frá, at tær í fleiri førum vórðu bidnar um at taka á, tá bátarnir skuldu leggjast. Síðani var rópt ´klárar!´ og skotið fall mest sum í einum. Umborð á Havfrúnni góvust allar at rógva tá dómarin rópti ´klárar!´ og róðu síðani ikki fyrr enn skotið brast. Vit meina at dómarin hevur mett tøkini, ið vórðu tikin áðrenn ´klárar!´ var rópt, sum ein tjóvstart. Havfrúgvin var eisini tann aftari báturin í startinum, og tað er eisini løgið, tá tær verða dømdar fyri tjóvstart.

 

Hann vísir víðari á, at í grein 10 undir “døming”, stendur at ein róður skal verða skotin av, áðrenn 20 sekund eru farin.

 

– Og tað meta vit var ikki í lagi. Vit hava nú sæð róðurin, og tað ganga umleið 32 sekund til dómarin skjýtur av, og hetta er beinleiðis í stríð við kappingarreglurnar! Eisini er avgerðin um at Havfrúgvin skuldi kolldømast frá allari ólavsøkuni ein feilur, tí hon hevði í minsta lagið vunnið sær eitt 2. pláss og harvið 6 stig. Vit meta at reglurnar runt um umróður eru sum ein koppur av tunnum kaffi, og kunnu ikki brúkast sum grundgeving fyri dóminum frá RSF.

 

At enda sigur Finnur Johannesen, at hettar er eitt mál av so stórum prinsipiellum týdningi, ikki bara fyri Havfrúnna, men so sanniliga eisini fyri føroyskan kappróður, at VÍF-kappróðrardeild í dag, 30. juli 2013, hevur latið RSF eina kæru.