Einasti dysturin, sum er blivin spældur í Hvonndeildini hetta vikuskiftið, var tann í Vestmanna, har VÍF og VB hittust fyrr í dag.
Hóast 13 stig skiltu liðini undan dystinum, so var hetta ikki til at síggja í fyrra hálvleiki, har liðini vóru púra jøvn - hálvleiksstøðan var 16-16. Í seinna hálvleiki var søgan tó ein onnur, tí at tá byrjaðu vestmenningar at renna undan og vunnu at enda 37-31.
Støðan í Hvonndeildini er nú hendan:
1. Neistin - 28 stig
2. Kyndil - 22 stig
3. VÍF - 21 stig
4. StÍF - 9 stig
5. Stjørnan - 8 stig
6. VB - 6 stig
Hervið er munurin ímillum nummar tvey og trý, Kyndil og VÍF, bara eitt stig. Tó hava kyndilskvinnur spælt ein dyst færri enn VÍF, og tískil má metast, at Kyndil er favorittur at fara avstað við seinna finaluplássinum. Væntandi fer Neistin, ið er greitt oddalið í deildini, avstað við tí fyrra.
Málskjúttarnir í dystinum í Vestmanna vóru hesir:
VÍF: Marianna Holm Jacobsen 12, Agnas Olsen 7, Kathe Frederiksen 6, Durita C. Jojic 4, Brynja Rógvadóttir 3, Jórunn Gudmunsen 1, Daniella Joensen 1, Randi Virgarsdóttir 1, Beinta Sveinbjørnsdóttir 1 og Lív Ingdorsdóttir 1.
VB: Danijela Mistric 12, Ingrida Kuodyte 10, Gurið K. Mortensen 4, Una Nolsøe 2, Carol Symphor 2 og Rúna Jacobsen 1.