Vestmenningar eru so smátt farnir at gleða seg til luttøku í bæði kvinnu- og mansfinaluni í hondbólti.
Hjá monnunum hevur annars sveiggjað upp og niður, men seinastu vikuna hevur úrtøkan verið seks stig í trimum dystum, og nú tykist finalukósin púrasta trygg.
Í dag vitjaði Team Klaksvík, og tað var bara fyrsta hálvan tíman, at gestirnir orkaðu at fylgja. Eftir steðgin setti VÍF ferðina upp, og so beyð ikki bøtur. Vertirnir struku avstað, og so var ikki stórvegis, sum gestirnir fingu gjørt við tað.
VÍF-Team Klaksvík 34-26 (14-12)