Ein dystur í bestu mansdeildini í hondbólti varð spældur í dag. Hesin var í Vestmanna, har Neistin vitjaði hjá VÍF.
Og her vísti oddaliðið, at teir avgjørt ikki ætla sær at seta ferðina niður, nú vit nærkast kappingarenda.
Frá byrjan var VÍF betra liðið, men munurin undan steðginum var ikki tann heilt stóri, kortini. Hetta broyttist tó eftir steðgin. Vestmenningar koyrdu støðugt á motorin, og tað gjørdist bara alt truplari hjá bláu gestunum at fylgja við.
Við sigrinum er VÍF nú aftur trý stig framman fyri Kyndil, sum er nummar tvey á stigatalvuni.
Í gjár vann KÍF tryggan sigur Team Klaksvík, sum framvegis er niðasta liðið á stigatalvuni.
Úrslitini
VÍF-Neistin 41-31 (20-16)
KÍF-Team Klaksvík 35-22 (14-13)