VÍF hevur havt góðan byrð seinastu vikurnar, og í dag gjørdist talan aftur um sigur til teir gulu.
Gestirnir hesa ferð vóru úr Neistanum, men tað var bara fyrsta lítla korterið, at veruligur spenningur var í. Tá leyp VÍF nevnliga avsatð, og hóast Neistin kom betur við eftir steðgin, so var munurin vorðin somikið stórur, at spenningur ongan tíð kom í dystin aftur.
Besti málskjútti hjá VÍF var Áki Egilsnes, sum skeyt 11 mál. Jugoslav Djumic skeyt 6 mál fyri Neistan.
VÍF-Neistin 34-30 (19-12)










