Ein dystur er blivin spældur í Hvonndeildini í kvøld. Hann varð leiktur í Klaksvík, har Stjørnan og VÍF hittust.
Í fyrra hálvleiki høvdu vestmenningar yvirtakið og fóru til hálvleiks við oddastøðuni 13-9. Tað líktist síðani einum rættiliga trivaligum sigri til VÍF, tá ið støðan eftir sjey minuttir í seinna hálvleiki gjørdist 19-12. Eftir hetta minkaði Stjørnan somikið um munin, at støðan bleiv 19-16 eftir 11 minuttir av seinna hálvleiki. Nærri kom Stjørnan tó ikki, tí at enda vann VÍF ein tryggan sigur áljóðandi 30-24.
Sigurin hjá VÍF merkir, at spenningurin er í hásæti um seinna finaluplássið í Hvonndeildini. Nú hevur VÍF 23 stig og er sostatt bert eitt stig aftanfyri Kyndil. Bæði liðini hava spælt líka nógvar dystir.
Fullfíggjaða stigatalvan í Hvonndeildini er hendan:
1. Neistin - 30 stig
2. Kyndil - 24 stig
3. VÍF - 23 stig
4. Stjørnan - 9 stig
5. StÍF - 8 stig
6. VB - 6 stig
Málskjúttarnir í dystinum í KÍ-høllini í Klaksvík vóru hesir:
Stjørnan: Martha Beljic 8, Tóra Eliasen 5, Jansy Jacobsen 3, Hervør Olsen 3, Simona Florea 2, Kristina Poulsen 1, Judith Hansen 1 og Ella Petersen 1.
VÍF: Durita C. Jojic 6, Marianna Holm Jacobsen 6, Agnas Olsen 5, Brynja Rógvadóttir 4, Daniella Joensen 3, Kathe Frederiksen 3 og Beinta Sveinbjørnsdóttir 2.