Dómsnevndin hjá Róðrarsambandinum gevur ikki vestmenningum viðhald í kæruni um ólavsøkuróðurin, og tí ætlar felagið sær nú til ítróttadómstólin.
Heimasíðan, www.hvannrok.fo, skrivar, at málið nú er sent ítróttadómstólinum, sum hevur evsta myndugleika, tá um ræður kappingar, ið eru skipaðar undir ÍSF.
Á ólavsøku gjørdist talan um umróður í fimm-mannafarsróðrinum hjá kvinnum. Her varð Havfrúgvin dømd fyri tjóvstart, men umframt at tapa umróðurin bar hetta við sær, at báturin einki stig fekk fyri róðurin yvirhøvur. Hetta tí RSF metir, at ein kolldøming í umróðrinum merkir, at báturin verður koyrdur úr róðrinum. VÍF krevur í síni kæru, at Havfrúgvin fær seks stig, og at reyða kortið verður tikið aftur, men hesum hava hvørki Róðrarsambandið ella Dómsnevndin hjá Róðrarsambandinum vilja gingið á møti. Hetta tí reglurnar fyri FM-róðurin ikki innihalda serstakar ásetingar fyri kolldøming í møguligum umróðri. Nú verður tað so Ítróttadómstólurin, ið skal taka støðu til kæruna.









