StÍF hava í nógv ár borið orð fyri at vera steypaliðið yvir øllum í føroyskum manshondbólti, og tað prógvaðu teir, tá teir vunnu útidystin móti VÍF.
Tá Kyndil og VÍF høvdu spælt javnt sínamillum bar hetta eisini við sær, at strandingar høvdu tryggjað sær víðari luttøku í steypakappingini. Spurningurin var bara, um hetta skuldi verða sum eittari ella tvey’ari.
Tann spurningurin varð avgreiddur í dag, og her gjørdist greitt, at Kyndil vinnur bólkin. Kyndil vann nevnliga 30-24, eftir at teir grønu vóru á odda 15-13 í hálvleikinum.
VÍF spælir í morgin móti H71 2, men tann dysturin fær nú bara kosmetiskan týdning, tí vestmenningar kunnu í mesta lagi røkka trimum stigum, meðan Kyndil og StÍF hava ávikavist fimm og fýra stig.