VÍF er steypavinnari

Beinleiðis: Teir gulu og bláu úr Vestmanna eru steypavinnarar hjá monnum í 2015!

Fyri fyrstu ferð síðani 1999, er VÍF steypavinnari hjá monnum í hondbólti. VÍF vann dystin 26-25 móti Neistanum.

 

Hóast VÍF undan dystinum var ein stórur favorittur, so fingu teir ein harðan dyst frá Neistanum, ið fylgdu við allan dystin á tamb. Í hálvleikinum var Neistin enntá á odda. Serliga eyðsýndir fyri Neistan vóru teir báðir skjúttarnir Sjúrður Thomassen og Tommy Fletcher, meðan málverjin Mikkjal Hansen eisini stóð sera væl í fyrra hálvleiki.

 

Í seinna hálvleiki vísti VÍF styrki, tá tað stóð mest á. Tað eydnaðist Neistanum at koma uppá javnt, tá bert 5 minuttir vóru eftir. Men seinastu løtuna drugu vestemenningar frá, og vunnu finaluna 26-25. Serliga ungu og evnaríku Áki Egilsnes og Julian Olsen vóru eyðsýndir hjá vestmenningum.

 

 

Herfrá verður ynskt VÍF hjartaliga til lukku við steypasigrinum í 2015.

 

 

60 min liðugt:

 

26-25 til VÍF

 

Hóast Neistin kom uppá javnt 5 minuttir fyri leiklok, so dró VÍF frá, akkurát ta løtuna, tá dysturin stóð mest á vippuni. VÍF stendur tískil eftir sum steypavinnarar, eftir at teir vunnu 26-25.

Fyri VÍF var tað serliga ungi Áki Egilsnes, ið var eyðsýndur í álopsspælinum, meðan vanligi stórskjúttin Filip Jojic, ikki hevði ein so góðan dag, sum hann vanliga plagar at hava.

 

Hóast VÍF undan dystinum var ein risa favorittur, so var talan um ein serstakliga javnan dyst, ið Neistin áttu stóra æru av.

 

50 min:

 

22-20 til VÍF

 

 

Støðan í steypafinaluni hjá monnum óbroytt frá seinast. VÍF er framvegis á odda við tveimum. Neistin hevur nú bert 10 minuttir at venda dystinum, um teir ætla sær nakað burturúr finaluni, men vit sóu í áðni frá VÍF, hvussu skjótt tað kann venda í einum hondbóltsdysti. Tí stendur alt framvegis opið.

 

40 min:

 

17-15 til VÍF

 

Nú er vent í holuni í høllini á Hálsi. VÍF, sum í hálvleikinum var aftanfyri, hevur nú vent dystinum uppá fáar minuttir. VÍF er nú á odda 17-15.

Tað er dyggur smeitur fyri Neistan, at høgri bakkurin Carl Herup Olsen noyddist av vøllinum í fyrra hálvleiki við skaða.

 

VÍF manglar tó framvegis at fáa skotini hjá stórskjúttanum, Filip Jojic at sita. Hann hevur brent fleiri ferðir.

 

30 min:

 

13-12 til Neistan

 

 

Nú er hálvleikur í høllini á Hálsi, og heldur óvæntað er tað Neistin, ið er á odda. Neistin hevur annars verið greitt omaná mestsum allan fyrra hálvleik, og eitt skifti var støðan heili 12-8 til Neistan. Men seinastu løtuna undan hálvleikinum er VÍF komið fyri seg eitt vet, og støðan í hálvleikinum er tí 13-12 til Neistan, eftir at VÍF var komið heilt upp á javnt 12-12.

 

 

20 min:

 

9-7 til Neistan

 

Munurin minkar í mansfinaluni. Støðan eftir 20 minuttum er nú 9-7 til Neistan, og seinastu tvey álopini hevur Neistin misnýtt í álopsstøðu.

VÍF sær út til at hava fingið betri tamarhald á verjupartinum nú, enn fyrr í dystinum.

Men tað er framvegis Neistin, ið er á odda.

 

10 min:

 

 

7-3 til Neistan

 

Hóast VÍF undan dystinum varð mettur sum ein størri favorittur, so er tað Neistin, sum er komið flúgvandi frá byrjan í finaluni. Eftir 10 minuttum er støðan heili 7-3 til Neistan, har serliga Tommy Fletcher hevur fingið nøkur mál. Fyri VÍF hevur Filip Jojic skotið 2 av teimum trimum málunum.

 

 

Neistin - VÍF 25-26 (13-12)