Talan gjørdist um sannan stórsigur, tá VÍF í dag vitjaði hjá Neistanum. Undan dystinum hevði Neistin fult stigatal fyri tríggjar dystir, men bæði teir og áskoðararnir komu so ruddiliga niður á jørðina í dag.
Frá byrjan var tað VÍF, sum setti seg á dystin, og longu í steðginum vóru fimm mál á muni. Eftir steðgin royndi heimaliðið av øllum alvi at minka um munin, men veruliga spennandi gjørdist tað ongantíð. Ístaðin kundu vestmenningar sláa sigurin so rimmarfastan, tá teir skutu ikki færri enn átta av seinastu níggju málunum í dystinum.
Hjá Neistanum var Teitur Magnusson besti málskjútti við seks málum. Filip Jojic skeyt 10 av málunum hjá VÍF.










