Kvinnurnar úr Vestmanna høvdu eina heldur trilvandi byrjan upp á kappingarárið, men nú er verulig ferð komin á.
Í kvøld tók VÍF ímóti Neistanum, og her stóð greitt, at tær við einum sigri kundu troka seg heilt upp í oddin, har tær eisini hava sum mál at enda.
Og setningurin eydnaðist. VÍF var omaná mest sum allan dystin, og í seinna hálvleiki høvdu tær stýr á nervunum, soleiðis at dysturin ongan tíð gjørdist rættiliga spennandi. Seinastu løtuna royndi Neistin at leggja nógv fyri, men eisini hetta dugdu tær gulu at revsa, og so gjørdist talan at enda um ruddiligan sigur.
Sigurin ber við sær, at VÍF nú bert er tvey stig aftan fyri Neistan í oddastríðnum.
VÍF-Neistin 30-22 (16-12)
Støðan í Hvonn deildini:
1 Neistin 12 stig (8 dystir)
2 Kyndil 11 (8)
3 VÍF 10 (8)
4 VB 9 (6)
5 StÍF 6 (7)
6 Stjørnan 2 (7)
7 Søljan 0 (6)