Varaforsetin í AC Milan, Adriano Galliani, sigur í dag við italskar fjømiðlar, at framherjin Christian Vieri ynskir at sleppa úr felagnum.
Í summar verður HM í Týsklandi, og italski framherjin ber ótta fyri at vantandi spælitíðin í AC Milan hevur við sær, at hann fær tað torført við at vinna sær eitt pláss í HM-hópin hjá Italia.
Fleiri feløg hav sýnt Christian Vieri áhugað. Millum hesi eru Atletico Madrid, Newcastle United og Tottenham Hotspurs.










