Tiltikni italski málskjúttin og fyrrverandi landsliðsspælarin Christian Vieri skal nú spæla fyri Atalanta, og nú um dagarnar kom tað fram, at mánaðarlønin hjá Vieri skuldi verða 11.000 krónur. Tað er nakað, sum fótbóltsspælarar plaga at vinna um dagin ella tíman, og tí ljóðaði hetta í fyrstu syftu undarligt. Nú er komið fram, at Vieri skal skora seg til eina hægri løn, tí hann fær 750.000 krónur fyri hvørt málið, sum hann ger fyri Atalanta, sum júst er flutt upp í bestu deildina, Seriu A, at spæla.










