Viðv. nýggjum Hvalbiartunli

Til Landsstýrismannin við Lendismálum, Jørgen Niclasen og til Føroya Løgting

Viðv. nýggjum Hvalbiartunli

Sum skilst í miðlunum, so gongst sera væl við at bora nýggjan Viðareiðistunnil, ja so væl, at borin er komin ígjøgnum.

Samstundis byrja politiskar røddir at koma fram við, at tunlarnir Norður um Fjall mugu raðfestast fyrr, nú útgerðin enn er á leiðini og víst verður á trygdina í hesum tunlum og aðrar viðmerkingar, sum skulu stuðla uppundir, at farast skal undir tunlarnar Norður um Fjall sum skjótast.

Hvalbiar Kommuna fer staðiliga at heita á Landsstýrismannin og á Føroya Løgting um at halda fast við ta raðfesting, sum er sett út í kortið, so at vit kunnu fáa ein nýggjan Hvalbiartunnil sum skjótast.

Tað, at tað hevur gingið so gott at bora har norðuri, skuldi kanska skunda undir, at farið verður fyrr í gongd við at gera Hvalbiartunnilin.

Vit vilja enn einaferð vísa á stóra virksemið, sum er í Hvalba við flakavirkinum, sum virkar umleið 5-8.000 tons av rávøru árliga, trolvirkið Bergið við sínum virksemi og annað virksemi, sum er í bygdini.

Hvalbiartunnilin hevur verið ein stór forðing fyri, at vinnulívið kann vaksa og er framvegis ein forðing. Hetta er ikki haldført í 2015.

Trygdin í tunlinum er ikki í lagi. Gott nokk vórðu ljós sett upp í tunlinum fyri nøkrum árum síðani, men hesi bøta ikki stórvegis um trygdina. Tunnilin er framvegis vátur og sera myrkur.

Hvalbiartunnilin er frá 1963 og tí 52 ára gamal, hetta er elsti tunnilin í landinum og er tað tí rættast at fara undir at gera nýggjan tunnil.

Og lat tað verða viðmerkt her eisini, at talan má vera um nýggjan tunnil, tí ikki bert tunnilin, men eisini Kolavegurin er óbrúkiligur til ta ferðslu, sum er í 2015. Partar av Kolavegnum eru grundlagdir longu í 19-andu øld. Hetta hevur Landsverk eisini víst á í heildarætlanum, sum gjørdar eru.

Tí vil Hvalbiar Kommuna enn einaferð heita á tykkum um at halda fast við ta raðfesting, sum er og gjarna framskunda Hvalbiartunnilin, men bara ikki broyta raðfestingina.

Hvalbiar Kommuna, 13. juli 2015

Rúni Thomsen
varðaborgarstjóri

Hetta skriv er eisini sent miðlunum.