Eirikur Lindenskov
? Viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Tað verður málið, sum eitt møguligt fólkatingsval fer at snúgva seg um.
Hetta er Finnbogi Ísakson úr Tjóðveldisflokkinum sannførdur um.
? Eg rokni ikki við, at tað verður so nógv annað á skránni, enn tað, og støðan, soleiðis, sum hon nú er vorðin.
Annars er tað ikki heilt vist, at Tjóðveldisflokkurn fer at stilla upp til fólkatingsval.
? Tað er soleiðis, at Tjóðveldisflokkurin í hvørjum einstøkum føri ger av, um hann stillar upp til fólkatingsval, so tað fer ein landsfundur at gera av, sigur Finnbogi Ísakson.
? Men stilla vit upp, so rokni eg við, at tað verða aðrir flokkar, sum fara at royna at nærkast Tjóðveldisflokkinum mest møguligt.
Hetta heldur Finnbogi, tí veljarakanningarnar hava givið Tjóðveldisflokkinum so góðan byr.
? Men hvørjar flokkar hugsar Finnbogi Ísakson tá um?
? Nei, eg fari ikki at nevna nakran ávísa, men eg hugsi um teir flokkar, sum liggja ímillum Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin.
? Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin?
? Kanska?
Finnbogi Ísakson sigur, at hann ikki hevur fylgt so væl við í donskum politikki, at hann kann meta um, hvørt val verður skrivað út ella ikki.
Tjóðveldisflokkurin stillaði í gomlum døgum ikki upp til fólkatinsval, men hesa støðu broytti flokkurin í 1973. Tá var Ellintur Patursson valdur á fólkating - og hann varð afturvaldur við vallið í 1975. Við valið í 1977 vann Pauli Ellefsen úr Sambandsflokkinum á Tjóðveldisflokkinum, sum ikki hevur havt umboð á Fólkatingi síðan. Nærmastur við at fáa mann valdan var Tjóðveldisflokkurin við valið í 1988, tá Finnbogi Ísakson stillaði upp einsamallur fyri Tjóðveldisflokkin.
Meira á síðu 9