Blaðið National Geographic hevur valt eina av myndunum hjá Niclas Hera Jákupsson sum mánaðarins mynd.
Danjal av Rana
Ein mynd, sum Niclas Heri Jákupsson hevur tikið av Tindhólmi, hevur vunnið heitið sum mánaðarins mynd úr Norðurlondum fyri oktobur mánað í kappingini hjá blaðnum National Geographic.
Myndin verður nú við í komandi norðurlendsku útgávuni av blaðnum.